Føroyska oljufelagið Atlantic Petroleum gerst støðugt meira og meira virkið í oljuvirkseminum á bretskum øki. Nú um dagarnar varð borurin settur í Balgownieøkiið. Herfyri keypti felagið seg inn í leitiloyvi í Norðsjónum við 15%, og nú hevur oljusamtakið við Endeavour Energy so sett á undirgrundina. Henda boringin er ein trimum leitibrunnum, sum føroyska oljufelagið er partur av í hesum árinum. Wilhelm Petersen, stjóri fegnast um gongdina og sigur, at luttøkan í boring á bretskum øki er partur av strategiini hjá felagnum at kunna vera við til at framleiða olju og gass komandi árini. Parturin hjá føroyska felagnum fyri at vera við í boringini er 34 mill. kr. verður upplýst í tíðindaskrivi.
Talan er um Balgownie prospektið, sum er í loyvi P1228.