Atlantis - trý ár seinni

Umbygda mentanarhúsið Atlantis í Klaksvík hevur ikki virkað sum veruligt mentanarhús í meira enn eitt ár, men nú er ein loysn fyri framman

Í august mánaði fyri trimum árum síðani lat umbygda mentanarhúsið Atlantis í Klaksvík upp. Fimm mánaðir og næstan tríggjar milliónir eftir at farið varð í holt við at umbyggja húsið, stóð tað klárt at taka í nýtslu.

Og eingin hevði nakað at finnast at. Húsið var sera snotiligt, tá tað lat upp, tað skuldi verða ein miðdepil fyri mentan í Norðoyggjum, og í húsinum var eisini nýggjur biografur, sum skuldi gera kvøldini hjá klaksvíkingum styttri.

Men eftir eina hugaliga byrjan kom mótburðurin. Ráðini vóru ikki til at hava ein dagligan leiðara, biografvirksemið leið undir einum tungum rakstri, og so við og við fækkaðust tilboðini í húsunum.

Seinasta árið hava onkur tiltøk verið í Atlantis, men tað hevur fyrst og fremst verið Klaksvíkar Sjónleikarfelag, sum hevur brúkt húsið. Tað breiða útboðið av mentanartiltøkum endaði við góðum sjónleiki, men so lítið meira.


Sum sjálvsognarstovnur

Nú ætlar Klaksvíkar býráð, sum eigur húsini, at rættiligt lív aftur skal koma í Atlantis, og at fíggjarliga fløkjan rundan um húsini skal greiðast. Seinasta hósdag samtykti býráðið, at ein sjálvsognarstovnur skal yvirtaka Atlantis og fáa tað at rigga sum ein mentanardepil í Norðoyggjum - soleiðis sum upprunaliga ætlanin var.

Í nevndini fyri sjálvsognarstovnin skulu umboð fyri býráðið, Klaksvíkar Sjónleikarfelag og Norðoya Sparikassa sita. Hesir tríggir nevndarlimirnir skulu so fáa greiði á fíggjarligu trupulleikunum og miðja fram ímóti at seta ein dagligan leiðara, sum skal standa fyri virkseminum í húsinum.

Tað var breið undirtøka fyri avgerðini í Klaksvíkar býráði, og formaðurin í mentanarnevndini hjá Klaksvíkar býráði, segði í gjár við Sosialin, at hann helt hetta vera røttu loysnina á Atlantis-málinum.


Tvífaldur kostnaður

Men søgan um umbyggingina av Atlantis er eisini søgan um eina umbygging, sum gjørdist tvífalt so dýr, sum upprunaliga ætlanina var. Og tað er eisini ein søga um fløkt fíggjarlig viðurskifti.

Upprunaliga ætlanin var, at umvælingin av Atlantis, sum byrjaði í mars mánaði í 1997, skuldi kosta 1,4 milliónir krónur, men hendan ætlanin kom ikki at halda. Tá umbyggingin var liðug, kostaði hon tað tvífalda - 2,8 milliónir krónur.

Orsøkin til hetta var millum annað, at talan var um gamlan bygning, sum varð settur í stand, at kjallarin varð innrættaður, og at økið uttan um húsini varð fríðkað.


Ynsktu at arbeiðið varð víðkað

Klaksvíkar Sjónleikarfelag søkti í mars mánaði í 1997 landsstýrið um stuðul og fekk játta 30% av upprunaliga umvælingarkostnaðinum, tó í mesta lagi 396.000 krónur.

Næstan eitt ár eftir, at Atlantis var latið upp, søkti Klaksvíkar Sjónleikarfelag av nýggjum um stuðul frá landinum. Síðsta dagin í juli mánaði 1998 varð ein umsókn send til Undirvísingar- og Mentamálastýrið, har Klaksvíkar Sjónleikarfelag søkti um stuðul til tað, sum varð rópt tann "víðkaða verkætlanin Atlantis".

Í umsóknini vísti Klaksvíkar Sjónleikarfelag á, at borgarar og lands- og kommunalpolitikarar ynsktu, at umvælingararbeiðið varð víðkað, tí Norðoyggjum vantaði í ólukkumát eitt mentanarhús. Hetta hevði nevndin tikið til eftirtektar og víðkaði verkætlanina.

Vi hesi grundgeving søkti Klaksvíkar Sjónleikarfelag um 30% í stuðli av teimum 1,470.000 krónunum, sum víðkaða verkætlanin kostaði afturat teimum upprunaligu 1,4 milliónunum, sum landið longu hevði játtað stuðul til.


Fingu nei frá landinum

Síðani gekk næstan eitt ár, meðan umsóknin hjá Klaksvíkar Sjónleikarfelag var til viðgerðar ymsastaðni í umsitingini. Landsarkitekturin skuldi ummæla umsóknina, Fíggjarmálastýrið var eisini blanda uppí, og teir ymsu partarnir ryktu eftir svari frá hvørjum øðrum.

Hálvan juni mánaða í 1999 fekk Klaksvíkar Sjónleikarfelag so umsíðir svar frá Undirvísingar- og Mentamálastýrinum, sum boðaði frá, at tað ber ikki til at lata stuðul til tað sokallaðu víðkaðu verkætlanina, tí tað varð mett, at talan var um meirkostnað og viðlíkahald av upprunaligu verkætlanini.

Undirvísingar- og Mentamálastýrið vísti á, at tað bara stuðlar bygging, útbygging og umbygging og ikki meirkostnað av verkæltanum, og at umsøkjarar fáa at vita, at kostnaðarmetingin má halda.

Tað er eingin sum ivast í, at mentanarhúsið Atlantis er vert tær 2,8 milliónirnar, sum tað er umbygt fyri, men Undirvísingar- og Mentamálastýrið vil bara ikki lata stuðul til tað, sum tey meta verða meirkostnað av upprunaligu ætlanini.


Nevndarlimir veðhalda

Landsstýrið og Klaksvíkar kommuna hava samanlagt stuðlað umbyggingini av Atlantis við umleið 850.000 krónum, og av restini av kostnaðinum er meginparturin fíggjaður við lántøku í Norðoya Sparikassa.

Og í sambandi við hesa lántøku gjørdust viðurskiftini í Atlantis enn meira fløkt. Klaksvíkar kommuna eigur bygningin, men tað er Klaksvíkar Sjónleikarfelag, sum rekur virksemið í honum.

Kommunan kundi ikki lata Klaksvíkar Sjónleikarfelag seta bygningin í veð fyri lántøku, og tí gingu nevndarlimirnir í Klaksvíkar Sjónleikarfelag við til at veðhalda fyri lántøkuni til Atlantis vegna Sjónleikarfelagið.

Skuldin í Atlantis er nú umleið 1,9 milliónir krónur við rentum, og av hesari skuld veðhalda fimm privatfólk fyri, hóast tað er mentanarhúsið Atlantis, sum hevur fingið ágóðan av pengunum.

Skuldin tyngir raksturin av Atlantis, og millum annað hesi fløktu fíggjarligu viðurskiftini gera, at húsið fæst ikki at virka, soleiðis sum ætlanin var. Annar trupulleiki er, hvussu og hvør skal reka húsið.

Norðoya Sparikassi vil hava sínar pengar aftur, Klaksvíkar kommuna vil ikki uttan víðari fara uppí og gjalda fyri Klaksvíkar Sjónleikarfelag, og tað tykist fullkomiliga órímiligt, at nevndarlimir í Klaksvíkar Sjónleikarfelag persónliga skulu gjalda fyri mentanarhúsið í býnum, hóast tey hava kautionera fyri láninum.


Loysn fyri framman

Tað er millum annað hesar fløkjur, sum nýggi sjálvsognarstovnurin fyri Atlantis nú skal loysa.

Privatfólkini skulu sleppa undan sínum veðhaldi, Atlantis má sleppa av við stóran part av skuldini, Klaksvíkar kommuna má helst lata pengar til virksemi í húsinum, og Norðoya Sparikassi má helst vísa lagaligheit og kanska veitra farvæl til ein part av pengunum, sum stovnurin eigur til góðar fyri umbyggingina.

At Klaksvíkar kommuna og Norðoya Sparikassi eru við í nevndini fyri sjálvsognarstovnin gevur kanska eina ábending um, at partarnir vilja hava eina loysn á málinum, so mentanarhúsið Atlantis aftur kann fara at virka sum eitt veruligt mentanarhús.

Og ikki bert sum sjónleikur, so ella so?