Atlantis stendur til at søkka

Klaksvíkar kommuna roynir í hesum døgum at finna sparingar. Norðlýsið skrivar, at ítøkiligt uppskot er frammi um at spara stuðulin til mentanarhúsið í býnum burtur Í dag hevur temadagur verið í Klaksvíkar kommunu, har politikararnir hava roynt at finna sparingar á fíggjarætlanini fyri næsta ár.

 

Norðlýsið skrivar, at roynt hevur verið at finna sparingar á dagrøktarøkinum, men at niðurstøðan helst er, at talið á ansingarplássum skal varðveitast.

 

Hinvegin er uppskot frammi um, at mentanarhúsið Atlantis skal missa sín kommunala rakstrarstuðul. Avleiðingin av tí verður helst, at húsið má lata aftur.