Klaksvík:
Nú kunnu biografgangarar fegnast um, at bæði ljóð og myndgóðskan í biografinum í Atlantis er munadi betur.
Mikukvøldið koyrdi biografurin nevniliga fyri fyrstu ferð við nýggju útgerðini.
Talan er um nýtt surround anlegg, nýggja og sterkari peru, sum ger myndina munandi skarpari og hartil koyrir alt talgilt nú eitt nýtt tónhøvd eisini er keypt.
Hetta fegnast Høgni Klakkstein sum vera man um, og sigur hann, at nú er tað tað besta í Atlantis, sum ein kann fáa, tá ið tað umræður ljóð og mynd.
? Frammanundan høvdu vit eitt anlegg og ein prosessara, sum ikki var stórt frægari enn tað, sum tannáringar hava á sínum kamari í dag. Og tað ber jú ikki til, tey skulu helst fáa munandi betur góðsku, tá tey so koma í biograf, sigur hann.
Inni í sjálvum salinum hanga nú munandi fleiri og størri hátalarar. Eisini eru máttur hongdar ár veggirnar fyri at dempa rúmið.
? Akustikkurin var ræðuligur inni í salinum, men hasar mátturnar og teppið á gólvið gera stóran mun, greiðir Høgni frá.
Nýggja anleggið kostar knappliga 200.000 krónur við uppsetan.
Tak skiftast
Hetta ljóðanleggið er bara eitt av trimum broytingum, sum verða í Atlantis ta komandi tíðina.
Sjálvsognarstovnurin fekk loyvi at hækka lánið við 600.000 krónum til skift av taki, ljóðanlegg og nýtt tónleikaanlegg. Sjálvandi røkka pengarnir ikki so langt, men við hjálp frá góðum stuðlum, sigur Høgni, at tað fer at bera til at fáa alt til heildar.
Raðfestingin var soleiðis, at takið fyrst og fremst skuldi skiftast, síðani ljóðanlegg og at enda tónleikaanleggið. Men fíggingarstovnurin gekk við til at seta 400.000 av teimum 600.000 til síðis til takið og síðani kundu hinar 200.000 nýtast til millum annað ljóðanleggi og nýggju kioskina. Takið á Atlantis skal helst skiftast sum skjótast, tí í herviliga áarførinum hesa vikuna, hevur tað víst seg, at tað lekur sera illa.
? Tónleikaanleggið, sum helst eisini kostar umleið 200.000 krónur, fer helst bíða nakað enn, men vit hava stórliga brúk fyri tí, tí sum nú er mugu vit leiga anlegg + mann hvørjaferð, greiðir Høgni frá.
Fyri fyrst er so nýggja ljóðanleggið í sjálvum biografinum komið upp, og Høgni vónar, at tað kann verða við til at lokka enn fleiri í biograf í Atlantis.