Atlantis hava høll innan tvey ár

? Um Atlantis skal yvirliva, tá tunnilin er komin undir Leirvíksfjørð, má húsið byggjast út við eini høll til 1000 fólk við hartil hoyrandi hentleikum, heldur Jógvan Eliasen, dagligur leiðari

Klaksvík:
? Atlantis er ov lítið til at hýsa størri tiltøkum og konsertum. Við sínum 112 stólum á einum skrágólvi eru møguleikarnir ikki nógvir í húsinum.
Hetta sigur dagligi leiðarin í Atlantis ,Jógvan Eliasen. Hann hevur sitið í starvinum í gott ár nú, og hann heldur, at tað verður ongin møguleiki hjá Atlantis at yvirliva, tá tunnilin er komin ígjøgnum, um ikki ein høll til 1000 fólk við øllum hentleikum verður veruleiki innan fyri tvey ár.
? Vandin fyri, at klaksvíkingar fara at leita sær undirhald aðrastaðir, tá tunnilin er komin, er sera stórur, tí Atlantis nøktar ikki tann tørvin sum er, heldur hann.
Jógvan greiðir frá, sum nú er, so kunnu tey veruliga peningagevandi tiltøkini, sum til dømis stórar konsertir, dansur, konferansir, framsýningar og líknandi, ikki haldast í húsinum , tí umstøðurnar ikki eru til tað. Eitt er skrágólvið við sínum avmarkingum, men Jógvan vísir eisini á, at har er bert ein lítil foyerur, og kjallarahæddin í húsinum er langtíðarútleigað til Klaksvíkar Sjónleikarafelag.
Tað, sum Jógvan hevur hugsað sær, er ein høll við sløttum gólvi, ið skal kunna rúma einum 1000 fólkum, tá konsert og onnur dansitiltøk eru. Og annars rúma einum 300-400 fólkum til virksemi, har stólar verða settir upp. Eisini vísir hann á, at ein ídnaðarkøkur og goymslupláss eru alneyðug.
Við hesum heldur Jógvan at tað eigur at bera væl til at útbyggja Atlantis til ein veruligan mentunardepil, ið kundi tænt sum miðstøð fyri allar mentanarligar stovnar í býnum.
? Tað er upplagt at leggja kunningarstovuna, leiðsluna fyri Norðoya Fornminnissavni, umframt fyrisitingina av frítíðar-og ítróttarráðnum í býnum í Atlantis, so ein veruliga fær eina livandi eind við trivnaði fyri tey, ið har koma at starvast, heldur dagligi leiðarin í Atlantis.

Útbyggingarmøguleikar
Atlantis kann byggjast út allar vegir uttan móti fótbóltsvøllinum. Jógvan hevur sjálvur gjørt onkrar skitsur yvir, hvussu húsið kann byggjast út eftir verandi fortreytum, ið hann hevur latið mentanarnevndini í Býráðnum. Við hesi loysnini, hevur hann hugsað sær, at inngongd, wc, foyer og annað verður flutt vestur móti Bøgøtu, og at alt plássið frá verandi sali og yvir í móti skýlinum verður nýtt til ein nýggjan sal við sløttum gólvi, til køk og goymslurúm við meira. Loftshæddin verður eisini rættuliga nógv økt við hesum uppskoti.
Sjálvur heldur Jógvan tó ikki, at hetta uppskotið er meira enn næstbest. Hann heldur , at teir stóru útbyggingarmøguleikarnir liggja norðanfyri húsið, sum tað er í dag. Men hetta er tó treytað av, at vegurin framvið húsið verður avskorin, so alt økið frá Bøgøtu og eystur um skýlið við fótbóltsvøllin verður tøkt byggiøki. Og her vísir Jógvan á, at tá ið rundkoyringin í miðbýnum verður veruleiki einaferð í summar, er als ikki tørvur á at koyra framvið norðanfyri Atlantis.
? Tí átti kommunan at umrøtt hetta málið beinanvegin og fáa vegin avbyrgdan, tá rundkoyringin verður tikin í nýtlsu, sigur Jógvan Eliasen, sum ynskir, at avgerðirnar verða tiknar nú, og at borgarar í Klaksvík fara at stíga fram og siga sína hugsan.