Klaksvík: Mentanarhúsið Atlantis skal fyri á býráðsfundi í Klaksvík 24. apríl, og góðkennir býráðið loysnina, sum partarnir í málinum eru komnir fram til, kann húsið fara rættiliga í gongd aftur.
Mentanarnenvdin hjá Klaksvíkar býráði hevur arbeitt við málinum í nógvar mánaðir, og nú er komið so langt, at formaðurin í nevndini kann leggja málið fyri býráðið.
Síðani Atlantis var umbygt og lat upp aftur, hevur húsið bara riggað sum æltað part av tíðini. Seinastu tíðina hevur lítið og einki virksemi ? annað enn sjónleikur ? verið í húsinum, og tað var ikki ætlanin.
Ein partur av trupulleikarunum eru fíggjarligu viðurskiftini og møguleikarnir at reka húsið. Norðoya Sparikassi, Klaksvíkar Sjónleikarfelag og Klaksvíkar kommuna eru høvuðsleikararnir í hesum leiki, og tey eru vorðin samd um eina loysn, sum skal fáa mentanarhúsið at virka aftur.
Nýggja nevnd
Ætlanin fyri Atlantis er ikki almenn enn, men hon snýr seg um at gera húsið til ein sjálvsognarstovn við eini sjálvstøðugari nevnd.
Hendan nevndin skal síðani leggja virksemið í húsinum til rættis, og nevndin skal eisini avgera, um húsið skal hava dagligan leiðara. Hvussu umfatandi virksemið í húsinum kann verða, veldst millum annað um fíggjarligu karmarnar, sum húsið fær at virka undir.
Ætlanin er, at biografurin skal byrja aftur og mentanarlig tilboð av ymsum slagi skulu verða í húsinum.
Formaðurin í mentanarnevndini hjá Klaksvíkar býráði, Jórun Høgnesen, sigur, at nevndin verður klár at leggja málið fyri býráðsfundin 24. apríl, og sostatt kann hol setast á eitt nýtt tíðarskeið í Atlantis flaggdagin.










