Atlantis fer at virka gulllaks í Vestmanna

Faroe Seafood í Vestmanna fer ikki at arbeiða gulllaks, tá ið vertíðin byrjar aftur um mánaðarskiftið apríl/ mai Vinnulívsmenninir og reiðararnir í Vestmanna, Tummas Christophersen og Dánjal Jacobsen, eru óførir at skapa virksemi í bygdini og í nærumhvørvinum. Nógvir mans hava sína hýru umborð á skipum teirra. Tummas eigur meginpartin av Vestmenningi og Fram (JFK eigur 10%), og Dánjal Jacobsen eigur Vesturbúgvan. Saman eiga teir so Nornagest og Kolumbus. Trolbáturin Skálafossur er eisini ein partur av skapandi virkseminum hjá vinnulívsmonnunum í Vestmanna.

Fyri fáum árum síðan reisti vinnulívið í Vestmanna saman við øðrum góðum kreftum eisini reistu á føtur P/F Føroya Trol, sum hevur sítt virksemið á havnalagnum.

Nú Faroe Seafood gevst við gulllaksavirkseminum í Vestmanna, taka Tummas Christophersen, Dánjal Jacobsen og Dánjal J. Andreasen yvir.

P/F Vestmanna Fiskavirki, sum er eitt gamalt felag, eigur Atlantis, har tey áður arbeiddu laks. Teir, sum í dag eiga ein stóran part av gamla felagnum, eru aftur Tummas Christophersen og Dánjal Jacobsen, sum er stjóri í P/F Vestmanna Fiskavirki. Fleiri smærri eigarar eru eisini í felagnum.

Tá ið gulllaksavertíðin byrjar aftur um mánaðarskiftið apríl/ mai, stendur Atlantis við stjóranum Dánjali J. Andreasen klárt at taka ímóti og fer at virka fiskin til útflutnings.

Saman við 1800 tons stóru frystigoymsluni, sum er bygd í Vestmanna, er talan um eina samlaða íløgu, sum liggur um einar 30 miljónir krónur.

Seks skip plaga at fáa loyvi at veiða gulllaks í vertíðini.