Floglíkindini batnaðu so mikið í kvøld, at tað eydnaðist at fáa eitt flogfar niður.
Klokkan 22.16 í kvøld lendi flogfarið úr Keypmannahavn, RC453, og tað skal sendast avstað aftur klokkan trý í nátt.
- Vit senda tey ferðafólkini, sum skuldu avstað fyrr í morgun við RC456 og RC462 til Keypmannahavnar við einum og sama flogfari. Tá eitur tað RC1456, sigur Magni Arge, stjóri í Atlantic Airways.
Hann vil tí fegin hava boðini út til ferðafólkini um, at flogfarið fer avstað í nátt, sum boðað var frá fyrr í kvøld.
- Vónandi fáa øll ferðafólkini boðini við, at flogfarið til Keypmannahavnar fer avstað í nátt, sigur Magni Arge, stjóri.