Atlantic vil hava Brugdan

- Tað tykist løgið, um vit ikki skulu megna flúgving á føroyskum øki, tá vit í løtuni røkja flúgving til bretsk skip, sum liggja sunnan fyri markið, heldur leiðarin á Tyrludeildini hjá Atlantic Airways

Tyrluflúgving

Á Tyrludeildini hjá Atlantic hava tey í hesum døgum úr at gera við at flyta fólk fyri enska felagið, WesternGeco. Talan er um manningarskift á einum supply-báti, sum er staddur 150 fjórðingar sunnan úr flogvøllinum í Vágum, og tá nærkast markið fyri, hvussu nógv longur tyrlan kann flúgva.
 Nógv longur enn tað sama koma vit so ikki. Í hesari flúgvin steðga vit á Froðba at bunkra, áðrenn vit leggja leiðina móti skipinum, og somuleiðis verður bunkrað á vegnum heimaftur, sigur leiðarin á Tyrludeildini, Hans Erik Jacobsen.
Arbeiðið hesa ferð fevnir um at flyta 40 mans til og av skipinum. Størsti parturin av manningini er heimahoyrandi í Onglandi, og tí skulu hesir so aftur flúgvast úr Vágum til Aberdeen. Tað kann tykjast heldur kostnaðarmikið, men kortini vann Atlantic hesa avtaluna í kapping við onnur feløg, sum kanska kundu røkt manningarskiftini úr eitt nú Sumburgh í Aberdeen.

Vilja við í Brugdan
Í blaðnum í gjár skrivaðu vit, at danska DanCopter er milum feløgini, sum liggja framvið, nú Statoil velur sær sínar samstarvsfelagar til komandi boringarnar á Brugdan-feltinum.
Tyrludeildin hjá Atlantic Airways er eisini við í kapprenningi um hendan sáttmálan, og Hans Erik dylur ikki fyri, at hann hevur eina vón um, at tað skal eydnast teimum at fáa hesa flúgving eisini.
 Vit halda okkum í øllum førum vera kappingarførar. Tá vit kunnu vinna eina flúgving til skip, sum liggur sunnan fyri okkara sjómark, í fríari kapping við aðrar, so eigur hetta eisini at lata seg gera. Brugdan liggur bara 60 fjórðingar sunnan úr flogvøllinum, so fortreytirnar hjá okkum til hesa flúgving burdu verið munandi betri. Og sum vit hava skilt tað, so er skoðsmálið frá WesternGeco eisini framúr positivt, so vit vóna tað besta, staðfestir hann.