Atlantic til Bermuda

Ítróttarsambandið ætlar at fáa Atlantsflog at flúgva føroysku ítróttarfólkini longu leiðina til Oyggjaleikir á Bermuda næsta ár

Leiðin til næstu Oyggjaleikirnar er long, og kostnaðurin fyri ferðing og uppihald er stórur. Tí hevur ivi verið um, hvussu stórt føroyska ítróttarliðið á leikunum fór at verða. Men støðan er batnað munandi, eftir at landið hevur latið eina millión krónur til luttøkuna á Bermuda næsta summar.

- Vit hava í longri tíð vitað, at hesir leikinir fóru at verða ein stór avbjóðing hjá okkum. Tað er langt at ferðast, og tað er kostnaðarmikið. Vandin var, at føroyska oyggjaleikaliðið varð sera skert til hesar leikirnar, og kanska bara 30-40 fólk fóru avstað, men nú sær betur út við tí, og vit kunnu fara avstað við vanliga hópinum, sum er um hundrað ítróttarfólk, sigur Petur Elias Petersen, forseti í Ítróttarsambandinum.

Ítróttarsambandið arbeiðir í løtuni við at fáa Atlantsflog at flúgva føroysku ítróttarfólkini úr Føroyum til Bermuda. Ferðin er drúgv, men við einari millumlending letur hendan ferðin seg gera.

Hetlendingar og grønlendingar hava víst áhuga fyri at flúgva saman við føroyska ferðalagnum, men sum støðan er í løtuni er mest sannlíkt, at føroyingar fylla eitt flogfar, og so verður tað upp til grønlendingar og hetlendingar at taka sær av einum flogfari.