Atlantic Soundscapes - ovurstórur áhugi

Nú er vikuskiftið longu komið. Vikuskiftið, ið mong bíða spent eftir, tá fýra føroyskir bólkar skulu luttaka á føroyska sýnisgluggatiltakinum Atlantic Soundscapes í Brussel.
Og tað er ikki eiti á ferðaliði, ið rokast við luftferðsluni til Belgia í hesum døgum. Ikki minni enn trý landsstýrisfólk vera á staðnum í morgin, tá Atlantic Soundscapes fer av bakkastokki; Høgni Hoydal, Kristina Háfoss og Bjørt Samuelsen. Umframt hesi eru eisini umboð úr Føroyum fyri eitt nú Sosialin, SamVit, Norðurlandahúsið, Tutl og Sirri.

 

Umfatandi dekningur

Umboð úr Íslandi, Grønlandi, Svøríki og Danmark vera eisini á staðnum, frá sendistovum runt í londunum, EFTA, Music Export Danmark, Rosa/Spot, Multizik Festival, Nordklang, MTV Belgia og einari rúgvu av plátufeløgum, stórum sum smáum. Eitt nú kann eg nevna major útgávufelagið EMI, sum avgjørt ikki er at forsmáa!

Media dekningurin, ið tiltakið fær, er eisini ovustórur. The Rocking Factory, sum er felagið, ið stendur aftanfyri organiseringini av Atlantic Soundscapes, hevur áður gjørt showcase tiltøk fyri Danmark og Ísland, og media dekningurin fyri hetta føroyska tiltakið sigst vera nógv størri enn til hini undanfarnu tiltøkini.

 

Lítlibeiggi Thom Yorke!

Í kvøld er eitt serligt upphitingartiltak í AB, eitt av feitu konsertstøðunum í Brussel. Har eru tveir pallar, ið fara at ljóða av belgiskum bólkum ígjøgnum kvøldið. M.a Styrofoam og Milow, ið hevur sangaran Andy Yorke, lítlabeiggja sjálvan Thom Yorke, á manningarlistanum.

 

Meira?

Fylg við her inni í morgin, tá uppdateringar verða postaðar. Um tú altso vilt vita meira um kvøldið í kvøld og framførslurnar hjá Orca, Budam, BIAB og Gestir!