Atlantic Sea Salt frá Føroya Handilsskúla í Tórshavn gjørdist vinnari av FM kappingini í Ungum Virki 2013.
Yvir 100 næmingar frá miðnámsskúlum hava luttikið í árligu FM-kappingini í Ungum Virki, sum hevur verið í SMS í vikuskiftinum. Her kappaðust næmingar um bestu virkishugskot, virkisætlan og marknaðarførslu.
Níggju dómarar frá vinnulívinum brúktu ein heilan dag til at meta um virkishugskotini og geva næmingunum góð ráð.
Ongantíð fyrr hava so nógvir næmingar luttikið í kappingini, og tí var kappingin hørð um fyrsta plássið.
Næmingar frá Føroya Handilsskúla vunnu fyrsta, annað og triðja plássið.
1. plássið
- Atlantic Sea Salt (Føroya Handilsskúli, Tórshavn)
2. plássið
- Environment Care (Føroya Handilsskúli, Tórshavn)
3. plássið
- Faroe Incoming (Føroya Handilsskúli, Tórshavn)
Ein serligur hugskotprísur var givin AMC frá Tekniska Skúla í Tórshavn, ið hevur ment ein loysn við fótpedalum, ið ger tað møguligt hjá øllum at spæla guitar, eisini hjá teimum við skerdum førleika.
Fyriskiparin av kappingini er Fonden for Entreprenørskab - Young Enterprise Føroyar (FFE-YE), ið hevur umsiting á Føroya Handilsskúla í Tórshavn.
- Tað hevur verið ein stór uppliving at síggja so nógvar innovativar næmingar og áhugaverd hugskot. Tey ungu hava víst stóran áhuga í arbeiðinum við íverksetan og innovatión, og tað sæst, at næmingarnir hava lagt eitt so stórt arbeiði í teirra verkætlanir, sigur Handilsskúlin í tíðindaskrivi.
Eik er høvuðsstuðul hjá Ungum Virki og hevur givið hvørjum einstakum virki fíggjarligan stuðul, ráðgeving og virðislønir.
Súni Schwartz Jacobsen, forstjóri í EIK Banka og formaður í Fonden for Entreprenørskab Young Enterprise Føroyar og Helena Dam á Neystabø, stjóri á Føroya Handilsskúla og næstformaður í FFE-YE Føroyar handaðu virðislønir.