Hóast partabrævið í Atlantic Petroleum sá út til at minka við 20,7 prosentum í dag, er talan í veruleikaum um ein reellan vøkstur á 18,6 prosent í virðinum. Atlantic Petroleum arbeiðir í løtuni við at avseta fyri 188 milliónir krónur í nýggjum partabrøvum áðrenn 27. oktober.
Fríggjadagin stongdi partabrævið í kurs 309 krónum. Men eftir útbjóðing 1,5 millión nýggjum partabrøvum, var tann reelli kursurin broyttur til kurs 194,6 krónur. Harvið lá partabrævið reelt 22 prosent undir upprunaliga støðinum, við einum útsendum tekningarrætti.
Men hóast kursfallið hevur partabrævið stóra framgongd eftir útbjóðingina av tekningarrættinum.
Ein útrokning frá upprunaliga endakursinum fríggjadagin á 309 krónur, umframt tey gott og væl 1,5 millión partabrøvini geva ein kurs á 204 krónur partabrævið.
So tá partabrævið í dag fór ?niður? á kurs 245, er talan í veruleikanum um ein vøkstur í virðinum á 18,6 prosent.
Atlantic Petroleum boðaði hósdagin frá, at felagið niðurjusteraði vónirnar fyri árið, orsakað av minni framleiðslu úr oljufeltum enn vónað, og av einum lægri oljuprísi fyri seinna hálvár enn væntað.