Wilhelm Petersen, stjóri í Atlantic Petroleum sigur í eini viðmerking:
“Hetta er gleðiligt fyri Atlantic Petroleum og samstarvsfeløgini av tí, at tað leggur virðir afturat Blackbird fundinum, og ognardeilingin í loyvinum verður óbroytt.”
Í 2003 keypti Atlantic Petroleum enska loyvi P317 í teigi 20/2a frá Premier Oil. Premier Oil varðveitti rættin at koma inn aftur í loyvið við 5,515% um nakað annað fund varð gjørt uttan fyri Ettrick fundið, afturfyri at gjalda leitingarkostnaðin. Premier Oil hevur ikki valt at brúka afturkeypsrættin, og tí er ognarparturin hjá Atlantic Petroleum í loyvinum óbroyttur.
Á summri 2008 varð boðað frá, at boringin av brunni 20/2a-8 Blackbird var eitt fund. Blackbird er lovandi, og hjá Atlantic Petroleum rokna tey við, at tað fer at økja um virðið av Ettrick leiðini. Í brunninum varð rakt við 111 føtur av kolvetni í fleiri løgum og royndarframleitt varð úr brunninum við eini miðal dagsframleiðslu á 3,800 tunnur. Fundið liggur einar 6 kilometrar sunnanfyri Ettrick leiðina, og arbeitt verður í løtuni við at kanna útbyggingarmøgulleikarnar.
Samstarvsfeløg í loyvinum eru Nexen (fyristøðufelag) 79,73%, Bow Valley 12 % og Atlantic Petroleum 8,27% sigur Atlantic Petroleum í nýggjastu fráboðan síni