Í dag verður Atlantic Petroleum, sum føroyskar fyritøkur og privatpersónar fyri tað mesta eiga, skrásett á íslendsk-føroyska virðisbrævamarknaðinum sum fyrsta føroyska felagið. Felagið verður skrásett á íslendska virðisbrævamarknaðinum ICEX. Virðisbrævamarknaður Føroya er partur av ICEX.
Wilhelm Petersen, stjóri í Atlantic Petroleum, sigur, at skrásetingin fer at víðka munandi um møguleikarnar fyri vøkstri. Aðalsetningurin hjá Atlantic Petroleum er at verða eitt veruligt oljufelag, sum luttekur í leiting og framleiðslu av olju.
- Skrásetingin fer at geva okkum øktar møguleikar at menna felagið soleiðis, at vit kunnu fylgja løgdu ætlan felagsins um at verða eitt virkið oljufelag, sum luttekur í leiting, útbygging og framleiðslu av olju oggassi geva eitt gott avkast til íleggjarnar, sigur Wilhelm Petersen, stjóri, í tíðindaskrivi.
Lættari at keypa og selja
At Atlantic Petroleum verður skrásett á virðisbrævamarknaðinum merkir ítøkiligt, at partabrøv hjá felagnum kunnu keypast og seljast á hesum marknaði. Avleiðingin verður væntandi, at tað verður lættari hjá partaeigarum at selja og keypa, samstundis sum partabrøvini verða virðismett á virðisbrævamarknaðinum.
Lættari atgongd til kapital
Wilhelm Petersen sigur, at felagið í longri tíð hevur arbeitt við hesi verkætlan.
- Nú komið er undir land, verður meir orka løgd í at náa øðrum settum málum, og verður skrásetingin eitt nýtt amboð, ið skal nýtast í hesum sambandi. Skrásetingin fer millum annað at gera tað smidligari at økja um virksemi felagsins við tað, at atgongd til váðafúsan kapital gerst lættari, sigur Wilhelm Petersen, stjóri.
Treytir fylgja við
Fyri at verða skrásett á virðisbrævamarknaðinum skal eitt felag, í hesum føri Atlantic Petroleum, lúka ávísum treytum. Týdningarmesti tátturin er, at Atlantic Petroleum skal syrgja fyri, at allir keyparar og seljarar hava somu upplýsingar um felagið. Hetta er fyri at tryggja, at gjøgnumskygni er so gott sum gjørligt, soleiðis at partaeigarar ikki keypa og selja á skeivum grundarlag.
Atlantic Petroleum verður sum nevnt skrásett á ICEX í dag, og til ber at kunna seg um prísin á partabrøvum á heimasíðunum <font color="#000000">www.icex.is</font> ella <font color="#000000">www.vmf.fo</font>. Um tú vilt keypa partabrøv í felagnum, skalt tú venda tær til Kaupthing ella føroysku peningastovnarnar.










