Atlantic Petroleum tryggjar vøkstur

Føroyska oljufelagið hevur gjørt eina lánsavtalu við Bank of Scotland um $50 milliónir í láni. Samstundis flytir felagið úr skrásetingarbólki Small Cap til Mid Cap hjá OMX-skrásetingini Í fjórða ársfjórðingi í ár fer føroyska oljufelagið Atlantic Petroleum væntandi undir framleiðslu av olju á sonevnda Chestnut økinum, og fyrra hálvár næsta ár verður eisini framleitt á Ettrick økinum.

Stjórin í Atlantic Petroleum, Wilhelm Petersen, sigur, at felagnum ikki nýtist at upptaka lán sum so, tí teir megna at fara undir framleiðsluna við verandi eginkapitali, men fyri at útnytta støðuna til framhaldandi menning av felagnum, hava teir nú í eina tíð havt samráðingar við ymiskar oljulánveitarar

Nú eru vit so komnir ásamt við ein av stóru bankunum innan oljulánsveiting, Bank of Scotland, um lánistødd, tíðarskeið og rentu, sigur Wilhelm Petersen.

Talan er um eitt lán upp á 50 milliónir dollarar, og tað er komandi framleiðslan á nevndu oljuøkjum, ið fær bankan at lata lánið.

Nærum samstundis sum hetta hendir, boðar OMX-skrásetingin frá, at Atlantic Petroleum flytir ein bólk upp í OMX-bólkaskipanini. OMX býtir íslendsk, svensk, finsk og donsk ? herundir føroysk ? feløg upp í tríggjar bólkar, nevndir Nordic Small Cap, Mid Cap og Large Cap. Í flytingunum millum bólkarnar, sum verður skrásett 2. juli, flytir Atlantic Petroleum úr Small Cap upp í Mid Cap.

Markið fyri at sleppa upp í Mid Cap er 150 milliónir evrur