Í dag byrjar tekningin til 1.500.973 nýggj partabrøv í føroyska oljufelagnum, Atlantic Petroleum.
- Tað hevur alla tíðina ligið í kortunum, at vit skulu bjóða út nýggj partabrøv til at rinda lán aftur við, sigur Wilhelm Petersen, stjóri í Atlantic Petroleum.
Hann hevur forhoyrt seg millum verandi partaeigarar og á marknaðinum annars, og hann metir, at áhugi er fyri at tekna partabrøv í felagnum, bæði í Føroyum og uttanlands.
- Áhugin er bæði millum verandi partaeigarar og møguligar nýggjar, staðfestir Wilhelm Petersen.
Partabrøvini verða boðin út við forkeypsrætti millum partaeigararnar. Tað stendur teimum í boði at keypa við lutfallinum 4:3 og tað merkir, at teir kunnu keypa fýra nýggj partabrøv fyri hvørji trý, teir eiga framman undan.
- Verandi partaeigarar kunnu sostatt keypa partabrøvini, ella teir kunnu velja at selja forkeypsrættin til nýggjar partaeigarar, sigur Wilhelm Petersen.
Tað er eingin avmarking sett í keypstreytirnar sum so, og tí er tað upp til fólk sjálvi at velja, hvussu nógv tey ynskja at keypa.
Góð inntjening
Atlantic Petroleum er longu komið hartil, at felagið framleiðir úr tveimum brunnum í Norðsjónum. Fyrsta »føroyska« oljan spratt í september 2008 úr einum brunni á Chesnut-økinum, og í august í ár byrjaði framleiðsla úr einum brunni á Ettrick-økinum.
- Vit høvdu kunna nýtt inntøkurnar frá hesum framleiðslum at goldið lánini aftur við, men vit skulu jú framhaldandi arbeiða við nýggjum verkætlanum, og tí valdu vit at styrkja felagið við nýggjari kapitalhækkan, sigur Wilhelm Petersen.
Við útboðnum av nýggjum partabrøvum miðar Atlantic Petroleum ímóti at fáa fleiri stórar íleggjarar uttanlands, og stjórin metir, at møguleikarnir skuldu verið góðir.
- Vit hava eina góða inntjening við verandi framleiðslu, og tað skapar áhuga millum útlendskar íleggjarar. Hartil fara vit væntandi undir framleiðslu á tveimum nýggjum økjum innan langt um líður, sigur Wilhelm Petersen.
Góðar vónir
Atlantic Petroleum hevði ein kunnandi fund í Norðurlandahúsinum í gjárkvøldið, har bæði verandi partaeigarar og onnur áhuga vórðu kunnað um tilgongdina og hvussu tey skulu fyrihalda seg, ynskja tey at keypa partabrøv.
- Áhugin var rættiliga stórur, og fitt av fólki var møtt, sigur Wilhelm Petersen.
Hann óttast ikki fyri, at tað fer at verða trupult at sleppa av við partabrøvini, sjálvt um figgjarkreppan nívir. Hann heldur, at góða inntjeningin hjá felagnum og útlitini fyri tveimum nýggjum framleiðslum innan stutta tíð fer at tryggja avsetning av partabrøvunum.
Tekningin av nýggju partabrøvunum, sum fara at geva Atlantic Petroleum eina kapitalhækkan upp á 188 milliónir krónur, byrjar í dag og heldur fram til 27. oktober. Kapitalhækkingin verður skrásett hjá Skráseting Føroya væntandi 2. november, og almenn skráseting verður so á NASDAQ OMX væntandi 3. november.