Góða gongdin hjá Atlantic Petroleum á danska keypskálanum í gjár, tá partabrøvini hjá føroyska felagnum vuksu munandi í virði, bráðsteðgaði í dag, aftaná at felagið kunngjørdi roknskapin fyri 2015.
Ársroknskapurin hjá felagnum vísti eitt hall á 424 milliónir krónur í fjórða ársfjórðingi og 564 milliónir krónur fyri alt árið. Harumframt vísir roknskapurin, at eginogn felagsins er nú minus 102 milliónir krónur.
Tá danski keypskálin stongdi í gjár hevði eitt partabræv í felagnum eitt virði á 14,9 krónur. Tá keypskálin stongdi í dag var virðið 11,1 krónur fyri hvørt partabræv. Ein minking á 3,8 krónur ella 25,5 prosent.
Sambært heimasíðuni EuroInvestor, ið fylgir gongdini í keypskálanum, so er føroyska felagið dagsins greiði tapari í bólkinum smá feløg. Afturgongdin á 25,5 prosent er nevniliga umleið 10 prosent størri enn afturgongdin hjá næsta felagnum á listanum.










