Bogi Eliasen, cand.scient.pol
Í Føroyum hevur ikki verið siðvenja at gera íløgur í t.d. partarbrøv í størri mun. Vit hava ikki havt egnan virðisbrævamarknað og sum lítið land hava vit ikki havt nógv virkir, ið hava havt eina hóskandi stødd til t.d. virðisbrævamarknaðin í Keypmannahavn. Vit hava nú fingið okkara egna virðisbrævamarknað, VMF. Vit hava fingið tilknýti til íslendska virðisbrævamarknaðin og nú í farnu viku fór fyrsta føroyska felagið á virðisbrævamarknaðin í Keypmannahavn. Nevnliga Atlantic Petroleum.
Váðafýsni
Tað at fáa virkir á virðisbrøv kann verða gott í einum samfelagi, tí tað gevur virkjum atgongd til váðafúsan kapital og vanliga borgaranum møguleika at seta pening í virksemi fyri at vinna pening við uppsparingini. Á hesum øki hava Føroyar verið aftarlaga og eru tað enn. Vit hoyra tó javnan, at føroyingurin er farin at seta meiri pening í virðisbrøv, men Føroyar er ikki eitt samfelag har borgarin brúka orku uppá virðisbrøv. Vit hava verið ov langt burturi frá virðisbrævamarknaðunum.
At arbeiða við virðisbrøvum krevur eisini arbeiði at fylgja við vinnugreinum, virkjum og rákum og tað er í dag møguligt umvegis kunningartøknina.
Hugburður
At fáa Føroyar, sum samfelag, at leggja størri íløgur í virðisbrøv, krevur eisini eina hugburðsbroyting. At fólk váða við tí endamáli at vinna meiri, enn um peningurin var á bók. Men tað krevur kanska eisini, at eitt virki skarar framúr og hevur leiklutin sum jarnbrotið. Og tað er mikið møguligt at Atlantic Petroleum er jarnbrotið. Vit síggja, at føroyski íløguhugurin er byrjaður, men enn manglar eitt fokus sum fær vanliga føroyingin at hugsa um virðisbrøv.
Atlantic Petroleum
Atlantic Petroleum hevur klárað seg væl sum felag og hevur eisini víst vegin við partabrøvum, sum nú hevur vaksið so mikið um felagið, at tað nú er á norðulendska virðisbrævamarknaðinum. Men tað er eisini søgan um eitt samtak, har fleiri føroyskir íleggjarar standa saman um at fáa eitt føroyskt oljufelag. Vit kunnu nú ímynda okkum, at størri áhugi verður fyri virðisbrøvum í Føroyum og at fólk fara at hava størri áhuga at fylgja við gongdini, Bæði tí talan er um eitt føroyskt virki og tí nógvir føroyingar hava pening í Atlantic Petroleum. Og tað ber kanska eisini við sær, at fjølmiðlarnir fara at leggja størri dent á virðisbrævamarknaðir.
VMF
Eitt av endamálunum við føroyska virðisbrævamarknaðinum var at fáa íløgukapital til Føroya, sum kann verða við til at menna føroysk virkir, serliga á økjum har tørvurin á arbeiðskapitali er stórur. Eisini er tað uppsparingin í eftirlønir, sum eins væl kann verða íløgur í Føroyum, sum aðrar staðni, og hetta kann verða við til at skapa ein bygna, sum fær til vega kapital til føroyska vinnulívið. Støddin á føroysku virkjunum ger eisini, at tørvur er á einum minni virðisbrævamarknaði sum, t.d. VMF. Fyrimunurin er eisini, at vanligi borgarin kann gera íløgur og fáa vinning og harvið eisini setir seg inn í fíggjar- og vinnuviðurskifti.
Vinnarin
Tað er sera jaligt, at eitt felag sum Atlantic Petroleum støðugt hevur ment seg og nú er á norðurlendska virðisbrævamarknaðinum. Felagið gjørdi jú ikki minnið enn at verða vinnarin í virðisvøkstri í gjár og tað kundi víst á, at felagið hevur gott orð á sær. At verða á virðisbrævamarknaði krevur eisini og eftirspurningurin eftir partabrøvunum er spegilsmyndin av áhuganum í felagnum.
Markleyst
Vit tosa nógv um alheimsgerð. Ein partur av henni er markleysi kapitalurin. Og partur av honum er íløgur og handil við virðisbrøvum. Føroyar eru ikki longur ein fjarskotin blettur á heimskortinum, men liggja mitt í Norðuratlantshavi. Neyðuga innlitið og vitanin ber í dag til at fáa umvegis kunningartøknina, umframt at vit hava okkara egna Virðisbrævamarkna. Tað, sum nú manglar, er íløgumentan. Hinvegin so skal tað eisini gerast við ansni og tolsemi, tí tað er váði knýttur at íløgum.










