Føroyska oljufelagið Atlantic Petroleum er væl nøgt við bæði loyvini, ið felagið fekk tillutað í 26. loyvisumfari í Bretlandi. Tað sigur Ben Arabo, stjóri. Hann vísir á, hetta er ein liður í at víðka um leitiloyvini hjá Atlantic Petroleum, so at sett verður við til framtíðina. Loyvini liggja í 14. og 21. kvadranti í Norðsjónum, ið eru øki, ið Atlantic Petroleum longu kennir væl gjøgnum sítt bretska virksemi.
Hóast Atlantic Petroleum er væl við í Føroyum við 4 leitiloyvum, so hava hesi tvey nýggju bretsku loyvini ikki nakað beinleiðis samband við tann føroyska aktivitetin, men loyvini komplimentera væl tað, sum Atlantic Petroleum hevur frammanundan og eru eitt gott íkast til eina differentieraða portfolio av loyvum, sum skal vera grundarlag undir framhaldandi vøkstri sigur nýggju stjórin í Atlantic Petroleum.











