Føroyska oljufelagið Atlantic Petroleum hevur í morgun boðað frá, at felagið hevur selt alt sítt virksemi í Norra fyri 1 norska krónu, ið er 80 donsk oyru.
Talan er um seinastu broytingina í eini longri røð av broytingum í virksemi felagsins, ið eini roynd at bjarga felagnum undan húsagangi.
Norska virksemið hjá felagnum er selt M Vest Energy AS, og umfatar sølan allar ognirnar og øll loyvir hjá felagnum, ábyrgd mótvegis loyvisbrøvum, starvsfólk og umleið nítjan milliónir norskar krónur, ið er umleið 15,2 milliónir danskar krónur.
Fyri føroysku fyritøkuna merkir sølan, at felagið kann niðurskriva virðir fyri umleið 150 milliónir norskar krónur, ið er umleið 120 milliónir danskar krónur.
Sølan skal góðkennast av norska oljumálaráðharranum og fíggjarmálaráðharranum, áðrenn hon verður endalig.










