Atlantic Petroleum hevur í dag boðað keypsskálanum frá, at felagið hevur selt Pegasus Vestur gassfundið í Norðsjónum. Prísurin er 165 milliónir krónur, har av 75 milliónir skulu gjaldast beinanvegin. Restin av gjaldingini er tengt at framleiðslu og øðrum fundum í økinum, skrivar Atlantic Petroleum. Atlantic Petroleum átti 10 prosent av loyvinum. Keypari er Third Energy Offshore Limited.
Centrica North Sea Gas eigur 55 prosent av loyvinum, meðan Third Energy Offshore Limited nú eigur 45 prosent.
Ben Arabo, stjóri í Atlantic Petroleum sigur, at sølan er liður í ætlanunum hjá felagnum, at gagnnýta virði í fundum felagsins so tíðliga sum gjørligt.
- Inntøkan frá søluni verður nýtt til at styrkja fíggjarstøðu okkara, nú oljuprísirnir eru so lágir. Prísurin, vit selja fyri, vísir tíðiliga virði í okkara loyvum og ognum, sigur Ben Arabo.










