Økonomisk ugebrev hevur Atlantic Petroleum sum nummar trý á listanum yvir børsskrásett feløg, sum eru í vanda fyri at fara á heysin. Bæði á EPN og Børsen verður endurgivið úr skrivinum, har feløg við lægstu sonevndu Z-scoru verða listað. Lægri Z-scoran er, tess størri vanda verður felagið mett at vera í.
Dentur verður tó lagdur á, at talan er um meting, sum er gjørd út frá ársroknskapinum fyri 2008.
Atlantic Petroleum hevði um tað mundi akuttan tørv á umfígging av stuttfreistaðu skuldini, og í átekningini vísti grannskoðarin eisini á, at framhaldandi rakstur var treytaður av umfígging.
Umfíggingin kom upp á pláss tíðliga í summar, tá umskipan eisini fór fram í nevndini hjá felagnum.
Partabrævið hjá Atlantic Petroleum fall við 7,63% á virðisbrævamarknaðinum, eftir at tíðindini hjá Økonomisk ugebrev vórðu borin í dag.