Atlantic Petroleum boðar í morgun frá, at felagið hevur gjørt eitt gassfund í Roald Rygg leitimiðinum. Tað eru tvær vikur síðani, at boripallurin Transocean Spitsbergen fór undir at bora á Roald Rygg, og Ben Arabo segði tá, at vónirnar at finna gass á leiðini vóru sera góðar, við tað, at nógv gass er funnið í økinum annars.
Og nú vóru vónirnar fullbornar. Transocean Spitsbergen hevur rakt við eina gassflá á umleið 38 metrar í sokallaða Nisefylkinum. Væntandi er gassfundið á eini 2 til sjey milliardir rúmmetrar, sum er á leið tað, ið var væntað.
Atlantic Petroleum eigur 7,5 prosent í hesum loyvinum, sum Statoil er fyristøðufelag fyri. Seinast í februar gjørdu Statoil og Atlantic Petroleum eina avtalu um, at Statoil skuldi keypa ein part av loyvinum hjá Atlantic Petroleum. Undan hesi avtaluni átti Atlantic Petroleum 10 prosent av leitiloyvinum.