Tað vakti ans fyrradagin og í gjár, tá partabrøvini hjá Atlantic Petroleum hækkaðu munandi í virði, men góða gongdin fekk ein bráðan enda, tá felagið í morgun boðaði frá, at tað hevur selt alt sítt virksemi í Norra fyri einans 80 oyru.
Virðið á partabrøvum í føroyska oljufelagnum eru nevniliga í fríum falli, og er minkingin higartil í dag á umleið 48,3 prosent.
Áðrenn fráboðanina til keypsskálan í morgun lógu partabrøvini á umleið 16,9 krónur fyri partabrævi, men í løtuni er tað fallið niður á umleið 9,1 krónur fyri partabrævi.
Tað er tó enn nakað hægri enn í síðstu viku, tá eitt partabræv í felagnum kundi keypast fyri umleið 6,6 krónur.