Atlantic Petroleum niðurlaðar virksemi

Tekur seg úr einum loyvi og selur part av einum øðrum, bæði í Norðsjónum.

Atlantic Petroleum boðar í dag frá, at tað tekur seg út úr loyvi PL602, sum millum annað inniheldur Roald Rygg fundið. Stórar vónir vóru knýttar at hesum loyvinum, men seinastu boringarnar hava eftir øllum at døma ikki givið tey úrslit, vónað var, og tí hevur Atlantic Petroleum valt at taka seg úr leitiloyvinum.

 

 Hóast vit vóru bjartskygdir, so hava greiningarnar hjá okkum av Roald Rygg fundinum, umframt, at tað væntandi gongur rúm tíð, áðrenn framleiðsla kemur í gongd í økinum, ført til, at vit hava valt at taka okkum úr loyvi PL602 í Norðsjónum. Hetta er ikki góð gagnnýting av okkara fígging og tilfeingi, nú oljuprísurin er so lágur. Vit fara framyvir at at miðsavna okkara arbeiði um teir betri møguleikarnar í Norðsjónum, sum Aasta Hansteen økið, umframt tær verkætlanir, sum vit kunnu umseta í fígging skjótari, so sum júst gjøgnumførdu søluna av okkara Pegasus West verkætlan, sigur Ben Arabo, stjóri, í tíðindaskrivi.

 

Samstundis bjóða Atlantic Petroleum og Statoil frá, at Statoil keypir 10 prosent av loyvi PL802 í Norðsjónum. Atlantic Petroleum eigur tí nú 10 prosent í loyvinum.