Føroyska oljufelagið Atlantic Petroleum hevur seinastu tíðina siglt í tungum sjógvi, og tað er ikki meira enn nakrar vikur síðani, at nevndin í felagnum kravdi umfatandi broytingar í virkseminum hjá felagnum. Hvussu gongur hjá leiðsluni at fremja tær broytingar er enn óvist, men nú felagið hevur kunngjørt roknskapin fyri annan ársfjórðing er greitt, at tað gongur eitt vet betri hjá felagnum.
Í tíðindaskrivi um roknskapin vísir felagið á, at tað hevur eydnast at minka eitt vet um hallið í rakstrarúrslitinum fyri 2015. Fyri annan ársfjórðing kann felagið nevniliga vísa á eitt positiv úrslit á 7,7 milliónir krónur. Tað pyntar eitt sindur á samlaða rakstrarúrslitið hjá felagnum fyri fyrra hálvár, ið er eitt undirskot á 20,5 milliónir krónur.
Ein av orsøkunum til betraða rakstrarúrslitið er, at tað hevur eydnast felagnum at økja um framleiðsluna av oljulíkum um dagin. Í øðrum ársfjórðingi framleiddi felagið 134.200 føt av oljulíkum. Tað er 1475 føt um dagin, meðan tað í fyrra ársfjórðingi framleiddi 1178 føt um dagin. Sostatt hevur eydnast at økja framleiðsluna av oljulíkum við 297 føtum um dagin.
Felagið boðar eisini frá í tíðindaskrivinum, at leiðslan enn arbeiðir við at kanna møguleikarnar fyri at betra um støðuna hjá felagnum í tráð við fráboðanina fyrr í ár.










