Atlantic Petroleum letur loyvi frá sær

Atlantic Petroleum hevur gjørt av at lata eitt loyvi í bretskum øki frá sær Talan er um loyvið P1211, sum er partur av Anglesey-økinum. Atlantic Petroleum sigur, at tað hevur víst seg at verða dýrari at fara undir framleiðslu enn væntað, og tí hevur felagið valt at lata loyvið frá sær.

Upprunaliga ætlanin var at fara undir at bora seint í ár ella tíðliga næsta ár.

Wilhelm Petersen, stjóri í Atlantic Petroleum, sigur ío fráboðan, at tað var ikki hildið vera skynsamt at halda fram við loyvinum.