Atlantic Petroleum kavar á børsini

Beinan vegin, tá marknaðurin læt upp í morgun, kavaði partabrævið hjá Atlantic Petroleum við 15% Longu áðrenn marknaðurin opnaði, hevði Atlantic Petroleum boðað frá, at teir ikki fara undir royndarboring í Norðsjónum, soleiðis sum ætlanin annars var. Tað gav eitt fall í partabrævinum upp á 15%. Nakað seinni var kursurin kvinkaður nakað uppaftur, men fallið var tó framvegis 12,8%.

Hósdagin í farnu viku var kursurin á partabrævinum heilt uppi á 1499, men síðani er hann fallin. Lægsti kursurin í morgun var 900.

Við donsku vinnuheimasíðuna, EPN, sigur Vilhelm Petersen, stjóri í Atlantic Petrolum, at hann ikki metir sleptu royndarboringini sum ein týðandi partur av virðissetingini av partabrævinum.

- Talan er umein av trimum brunnum, har vit skuldu gera royndarboringar. Slíkir brunnar geva ikki altíð úrslit, vita vit, sigur Vilhelm Petersen.

- Hinvegin er neyðgut at hava slíkan aktivitet, soleiðis at vit eisini kunnu tryggja framtíðar vøksturin hjá felagnum, sigur.