Altantic Petroleum hevur í 2014 eitt hall á 218 milliónir krónur. Hetta er eitt fyrst og fremst eitt úrslit av niðurskrivingum av virðinum av ognum felagsins orsaka av fallandi oljuprísum. Rakstrarúrslitið hjá felagnum var 124 milliónur krónur.
Hóast eitt keðiligt ársúrslit, er okkurt at gleðast um í árinum sum fór. Felagið fann gass í Pegasus vestur fundinum í septembur, eins og at felagið rakti við gass á norska PL528/PL528B Ivory.
Felagið hevur tikið stig at byrgja upp fyri fallandi oljuprísinum. Skrivstovan í Føroyum letur aftur, felagið er farið at selja nøkur av loyvum sínum, eins og at teir eru í samráðingum fyri at lækka kostnaðin av framleiðsluni.
Fyri 2015 eru málini nakað lægri enn í fjør. Felagið vónar at framleiða 560.000 tunnur av olju í mun til 586.000 tunnur í 2014. Samstundis væntar felagið at byrja framleiðslu á Orlando oljuleiðini, felagið hevur júst boðað frá, at farið verður undir at bora á Roald Rygg leitiloyvinum og Atlantic Petroleum væntar eitt positivt rakstrarúrslit aftur í 2015.










