Felagið hevur siglt í tungum sjógvi seinastu tíðina, men í dag eru góð tíðindi at bera partaeigarunum í Atlantic Petroleum. Síðani keypsskálin í Keypmannahavn lat upp í morgun, er virðið á partabrøvunum í Atlanti Petroleum økt við 58,27 prosentum. Prísurin er nú 11 krónur, meðan hann var 6,95, tá keypsskálin byrjaði í morgun.
Tað var serliga heilt tíðliga í morgun, at virðið á partabrøvunum hækkaði nógv, men síðani klokkan 10 hevur virðið ligið á umleið 11 krónum.
Ben Arabo, stjóri í felagnum, sigur seg ikki hava nakra ávísa frágreiðing upp á hví, tað gongur so væl hjá felagnum í dag.
- Vit eru ikki komnir við nakrari fráboðan, sum kann forklára, hví hetta hendir, sigur Ben Arabo, sum annars ikki vil gera viðmerkingar til partabrævavirðið.
- Ein frágreiðing kann vera, at oljuprísurin er hækkaður eitt vet aftur, og eg síggi, at ymisk oljufeløg eisini ganga fram, til dømis Seadrill í Noregi, sigur Ben Arabo.










