Atlantic Petroleum hækkaði við næstan einum fjórðingi

Saman við so mongum øðrum so hækkaðu føroysku partabrøvini í dag í virði í danska keypsskálanum Undan vikuskiftinum vóru tølini reyð, men í dag var øðrvísi. Eftir at tjóðar myndugleikarnir og ES myndugleikarnir í vikuskiftinum hava tikið ódnartøk fyri at bjarga bankakervinum, fór kursurin á flestu partabrøvum upp í dag.

Í danska keypsskálanum hækkaði Atlantic Petroleum eina mest. Tá ið latið varð upp í morgun, var virðið 926. Tá ið afturlatið varð seint seinnapartin, var virðið 1136. Eina løtu undan afturlatingartíð var virðið uppi ímóti tólv hundrað. Kurshækkingin upp á 210 svarar til 22,58 %. Hetta var millum tíggju tær størstu hækkingarnar í Keypmannahavn í dag.

Eik partabrævið hækkaði í dag við 3,94 %, og Føroya Banki hækkaði 3,90 %.

Við spenningi varð bíðað eftir, hvussu kursirnir fóru at skikka sær á amerikanska marknaðinum, sum er nakrar tímar aftanfyri teir europeisku. Har vísti gongdin seg at vera tann sama, sum hon hevði verið kring Europa.