Atlantic Petroleum fráboðar í dag, at annar framleiðslubrunnurin á Chestnut oljuleiðini í enskum øki nú er knýttur uppí framleiðslukervi, og harvið er dagsframleiðslan úr leiðini økt til umleið 2.150 tunnur av olju-eindum (boepd) netto til Atlantic Petroleum. Út frá góða framleiðsluúrslitinum og metingum av goymsluni er mett, at nøgdin av olju, sum kann framleiðast úr leiðini, nú er munandi økt, sammett við áður mettu framleiðslubaru nøgdina upp á 1,5 milliónir tunnur netto til Atlantic Petroleum stendur á heimasíðuni hjá felagnum.
Atlantic Petroleum eigur 15% í teigi 22/2a, har Chestnut leiðin liggur.
Byrjað varð at framleiða úr Chestnut leiðini 20. september 2008, við einum framleiðslubrunni og einum vatninnspræningarbrunni knýttum uppí Hummingbird framleiðslupallin (FPSO). Í mai 2008 varð avgjørt at bora annan framleiðslubrunnin. Byrjað varð at bora brunnin í september, og í november varð brunnurin royndur. Hetta merkir, at tað gingu minni enn 10 mánaðir frá, at avgerðin at bora brunnin varð tikin, til brunnurin varð knýttur uppí framleiðslukervi.
Wilhelm Petersen, stjóri í Atlantic Petroleum sigur:
?Framleiðslan úr Chestnut leiðini lá longu í ovara enda av, hvat vit høvdu roknað við. Við at knýta hendan seinna brunnin uppí leiðina vísir Chestnut seg at vera ein sera týdningarmikil ogn. At arbeiðið við at fáa hendan seinna brunnin í framleiðslu hevur gingið so skjótt vísir tøkniligu nýhugsanina hjá samstarvsbólkinum.
Góða framleiðsluúrslitið og øktu goymslurnar staðfesta okkara avgerð um at útbyggja Chestnut-leiðina við Hummingbird-framleiðslupallinum, tí fyrsta av sínum slagi í enskum øki.?
Fakta:
Chestnut leiðin
Rakt varð við Chestnut leiðina í 1986
Chestnut liggur á leið 180 kilometrar eystanfyri Aberdeen, á 120 metra dýpi, og 13 kilometrar í ein landsynning úr Alba-oljuleiðina.
Samstarvsfeløg í Chestnut-leiðini eru:
Venture Production plc (fyristøðufelag) ? 69,875%
Bow Valley Petroleum (UK) Limited ? 15,125%
Bow Valley Petroleum (UK) Limited ? 15,125%
Atlantic Petroleum UK Limited ? 15,000%
Atlantic Petroleum keypti 15% av Chestnut-oljuleiðini í 2003.
Útbyggingarætlanin fyri leiðina, við einum framleiðslubrunni og einum vatninnspræningarbrunni, varð góðkend seint í 2005.
Vatninnspræningarbrunnurin (22/2a-12) varð boraður mitt í 2006, og vísti gott samband við tann upprunaliga frameiðslubrunnin.
Fyrsta framleiðslan úr Chestnut-leiðini var 20. september 2008
Sevan Hummingbird
Hummingbird-framleiðslupallurin (Sevan 300 FPSO) lastar 270,000 tunnur.
Pallurin kann hava eina dagsframleiðslu upp til 30.000 tunnur av oljueindum (boepd), og kann spræna inn 20.000 tunnur av vatni um dagin.