Atlantic Petroleum hevur sent tríggjar ymiskar fráboðanir út til keypsskálan í morgun. Tað, sum gongur aftur í fráboðanunum er, at felagið er komið ásamt við Statoil, um at norski oljurisin skal keypa partar av loyvunum hjá Statoil umframt at tað fær møguleikan at keypa partar av øðrum loyvum. Talan er um nøkur loyvi, sum liggja í Vøringlægdini, skamt frá stóra Asterix-oljufeltinum.
Harumframt hava Atlantic Petroleum og Statoil, saman við hinum oljufeløgunum, ið eiga lut í loyvinum, avgjørt at bora ein brunn fyri at royna Roald Rygg leitingarmiðið í loyvi PL602. Eftir ætlan skal brunnurin borast í 2015.
- Hesin brunnurin fer møguliga at veita munandi gasstilfeingi í einum øki, har gassinfrastruktururin í løtuni verður mentur, sigur Ben Arabo, stjóri í Atlantic Petroleum. Atlantic Petroleum eigur 10 prosent av hesum loyvinum, men hevur avgjørt at selja 2,5 prosent til Statoil. Norskir myndugleikar mugu tó fyrst góðtaka søluna.