Úrslitið fyri fyrsta ársfjóðring hjá føroyska oljufelagnum gjørdist hitt besta nakrantíð hjá Atlantic Petroleum. Avlopið gjørdist 28,4 milliónir krónur. Talan er um besta deilúrslit hjá felagnum, síðani Atlantic Petroleum varð stovnað í 1998.
Vit eru fegin um at fráboða úrslitið fyri fyrsta ársfjórðing 2010. Við tveimum framleiðandi oljuleiðum og einum kvartárligum rakstraravlopi upp á 22 milliónir krónur er felagsins støða sum framleiðslu- og leitingarfelag munandi styrkt. Munagóða tøka gjaldførið verður nýtt til at niðurgjalda skuld og til at leggja lunnar undir víðari vøkstur av felagnum. Hetta skal gerast við at luttaka í leiting og menning av verandi og nýggjum leiðum, og við at keypa lut í hóskandi nýggjum ognum. Blackbird metingarbrunnurin verður borðaður í summar, og úrslitið av hesum verður avgerandi fyri víðari menningini av Blackbird, sigur Sigurð í Jákupsstovu, stjóri í Atlantic Petroleum.
Samlaða framleiðslan í fyrsta ársfjórðingi av 2010 var 178.000 tunnur, svarandi til 1.977 tunnur um dagin til Atlantic Petroleum. Samlaða framleiðslan úr Ettrick leiðini er uppgjørd til umleið 60.000 tunnur og úr Cestnut leiðini til umleið 118.000 tunnur.
Sum kunnugt er Ben Arabo settur sum forstjóri í Atlantic Petroleum frá 1. august 2010. Virkandi stjóri, Sigurð í Jákupsstovu, heldur fram í sínum gamla starvi sum tekniskur stjóri.