Føroyska oljufelagið er besta íløgan á danska keypsskálanum farna árið. Virði á AP-partabrævinum øktist 246 prosent í fjør, og tað er meira enn nakað annað partabræv. Keypsskálarnir eru stongdir fyri seinastu ferð í ár, og tað hevur fingið fleiri at taka samanum árið, ið fer. Danska RB-Børsen hevur, í samstarvi við Bloomberg News, gjørt upp, hvussu árið hilnaðist á keypsskálanum í Keypmannahavn.
Suverenur toppskorari er Atlantic Petroleum. Ein íløga í føroyska oljufelagið tann íløga, sum kastaði mest av sær í fjør, virðið á AP-partabrævinum er økt heili 246 prosent farna árið, og kursurin er nú 1975.
Hetta merkir, at setti tú pengar í Atlantic Petroleum fyri júst einum ári síðani, eru teir í dag forrentaðir við 246 prosentum.
Kursurin við árslok er sum nevnt 1975, men her skal havast í huga, at eitt skifti í november var kursurin á AP-partabrævinum heilt uppi á 2415.
Nummar tvey yvir bestu íløgur á keypsskálanum í Keypmannahavn er Reiðaríið Norden, har virðið á partabrøvunum øktist 137 prosent í fjør. Nummar trý er vindmyllufyritøkan Vestas, har partabrøvini øktust 132 prosent í virði.
Vánaligastu íløgurnar farna árið eru í fyritøkurnar Europeinvestment og Curalogic, har partabrøvini í báðum føri eru minkað útvið 70 prosent í virði.
Samlaða myndin á keypsskálanum í Keypmannahavn vísir, at 98 partabrøv eru økt í virði farna árið, 130 eru minkað í virði, meðan eitt partabræv stóð í stað.