Atlantic Petroleum 55 milliónir í halli

Ársaðalfundurin í P/F Atlantic Petroleum varð hildin í dag. Nevndin varð afturvald. Ársroknskapurin hjá felagnum fyri 2009 var samtyktur. Ársúrslitið eftir skatt var -54,9 mió. kr. Fyri 2010 væntar felagið eitt yvirskot áðrenn fíggjarpostar og skatt, sum er millum 70 og 90 mió. kr.

Tríggir nevndarlimir stóðu fyri vali: Mortan Johannesen, Jan Edin Evensen, og Diana Leo. Tey vóru øll afturvald.

Á aðalfundinum vóru eisini samtyktar broytingar í viðtøkunum hjá felagnum. Tíðarskeiðið fram til 31. desember 2014 hevur nevndin fingið heimild til, í einum ella fleiri umførum, at hækka partapeningin við upp til 200 mió. kr. Partapeningurin hjá Atlantic Petroleum ljóðaði við árslok 2009 uppá 262,6 mió. kr.

Eftir aðalfundin skipaði nevndin seg við Birgir Durhuus sum formanni og Poul R. Mohr sum næstformanni.