Føroyska oljufelagið hevur í dag lagt fram sín besta roknskap nakrantíð, sum er upp á 147,3 milliónir ímóti einum halli upp á 75,6 milliónir í fjør.
Atlantic Petroleum almannakunnger í dag ársroknskapin fyri 2010.
Atlantic Petroleum hevði í 2010 besta úrslitið í søgu felagsins. Rakstrarúrslitið áðrenn fíggjarpostar og skatt (EBIT) gjørdist 147,3 milliónir krónur, sammanborið við -75,6 milliónir krónur í 2009.
Sølan av olju og gassi gav felagnum 422,5 milliónir krónur, móti 219,3 milliónum krónum í 2009. Sølan øktist sostatt 93%. Bruttovinningurin í 2010 var 166,0 milliónir krónur, móti 54,6 milliónum krónum í 2009.
Úrslitið áðrenn skatt var 163,1 milliónir krónur. Í 2009 var tað -60,4 milliónir krónur. Úrslitið eftir skatt var 109,1 milliónir krónur, sammanborið við -54,9 milliónir krónur í 2009.
Úrslitið, sum gjørdist betri enn felagið áður hevur boðað frá, er grundað á eina hægri framleiðslu, og at oljuprísurin hækkaði í fjórða ársfjórðingi.
Framleiðslan av kolvetni var tilsamans 960.000 tunnur. Miðaloljuprísurin fyri tunnuna var 80,5 US dollarar. Pengastreymur fra rakstri var 239,7 milliónir krónur, sammanborið við 54,0 milliónir krónur í 2009.
Í fjórða ársfjórðingI Í 2010 var úrslitið áðrenn fíggjarpostar og skatt 53,7 milliónir krónur, móti 27,4 milliónum krónum í 2009.
Úrslitið áðrenn skatt í fjórða ársfjóðringi var 53,9 milliónir krónur. Í 2009 var úrslitið 24,5 milliónir krónur. Úrslitið eftir skatt í fjórða ársfjórðingi 2010 var 37,0 milliónir krónur, móti 11,0 milliónum krónum í 2009.