Partafelagið Næraberg hevur gjørt av at gevast við fiskiskapinum hjá Atlantic Navigator undir føroyskum flaggi. Avgerðin ávirkar meiri enn 200 starvsfólk hjá felagnum. Tá svartkjaftatíðin er liðug í juli-august í ár, gevst Atlantic Navigator í Føroyum. Hetta boðar partafelagið Næraberg frá í einum tíðindaskrivi í morgum. Øll starvsfólkini umborð á skipinum er tí uppsøgd frá 1. august.
- Tað er keðiligt at koma við uppsøgnum, men komandi mánaðirnar vilja vit meta um, hvussu felagið á besta hátt kann brúka fiskiloyvini og skapa nýtt virksemi, sigur stjórin í p/f Næraberg, Hanus Hansen.
Avgerðin er tikin, eftir at leiðslan og eigararnir av p/f Nærabergi hava viðgjørt framtíðarvánirnar hjá skipinum og felagnum. Ein tann stórsta orsøkin til avgerðina er »tann ótryggleiki sum seinastu tíðina er komin fram í sambandi við fiskarílógirnar og treytirnar fyri projektinum í hesum sambandi«, skrivar felagið í tíðindaskrivinum.
J.F.K. og Norðoya grunnurin, sum eiga 67 prosent av felagnum, og partaeigarin Aker BioMarine, ið eigur 33 prosent, vilja saman halda fram við virkseminum í p/f Nærabergi.
Atlantic Navigbator verður nú umbygdur til at fiska Krill fyri Aker BioMarine. Felagið útviklar og framleiðir og marknaðarførir Omega 3-baseraða framleiðslu frá krill.
Aker BioMarine er í ferð við at byggja upp eitt altjóða leiðandi maritimt felag, sum hevur serkunnað seg innan veitingar av hávirðisvørum, við at gagnnýta mest møguligt virðisketuna frá fiskiskapi til kunda, stendur at enda í tíðíndaskrivinum frá p/f Næraberg.