Vandi var ongantíð fyri trygdini hjá Atlantic flogfarinum, sum lendi í Vágum uttan at nakar visti av, at lendingin bara var við einum næsahjóli Tað spældi heilt væl av, men tað var merkisvert. Sambært bt.dk fekk danska løgreglan eitt sindur áðrenn klokkan níggju í morgun boð um, at eitt næsahjól til flogfar lá í lufthavnini í Kastrup. Tá var flogfarið, sum hjólið hoyrdi til, lent í Vágum í øllum góðum.
Bt.dk veit at siga, at tað var í nátt, tá ið eitt flogfar hjá Atlantic Airways lætti úr Kastrup, at annað næsahjólið lá eftir. Bt.dk skrivar frá vakthavandi hjá løgregluni í lufthavnini, at flogskiparin visti av ongum.
- Nú kunnu vit flenna at hesum, tí alt spældi væl av. Men tað er óvanligt, at vit finna eitt hjól, sum eingin eigur, verður sagt frá løgregluni í Københavns Lufthavn í Kastrup sambært bt.dk.
Undirstrikað verður, at ferðafólkini vóru ikki í vanda. Eingin vandi er at lenda við einum næsahjóli, um tað riggar, sum tað skal, og tað gjørdi hjólið á Atlantic Airways flogfarinum, sum lendi í Vágum klokkan gott fýra í morgun.
Hóast vetrarveðrið so gongur flogferðslan sum vanligt í dag. Fýra flogfør hava higartil í dag lent, og fýra eru farin úr Vágum.










