Atlantic má gera eykaferð

Útselt er til flogferðir hjá Altantic Airways komandi dagarnar, tí fleiri enn væntað vilja heim í heystferiu. Tí hevur Atlantic sett eitt eyka flogfar inn hósmorgunin. Atlantic Airways er tikið á bóli av eftirspurninginum, sum hevur verið á farleiðini millum Føroyar og Danmark, nú heystferian skal haldast.

- Vit eru yvirraskað av eftirspurninginum, sum hevur verið til heystferiuna í ár. Vit hava roynt at planlagt sum frægast, men av tí at nógv fólk eru sein at keypa ferðaseðlar, kann tað verða trupult at planleggja, sigur Jákup Sverri Kass, marknaðar- og søluleiðari hjá Altantic Airways.

Og føroyska flogfelagið hevur tí sett eitt eyka flogfar inn hesa vikuna. Ein flogferð afturat verður gjørd úr Keypmannahavn til Føroyar hósmorgunin klokkan 7, og tá verður flogið umvegis Stavanger.