Vánaliga úrslitið hjá Atlantic Petroleum fyri fyrsta ársfjórðing í ár ávirkar virðið á partabrævinum Kvartals-roknskapurin varð almannakunngjørdur eftir at keypsskálarnir stongdu fríggjakvøldið, og bara í gjár lækkaði kursurin á partabrævinum hjá Atlantic Petroleum stívliga sjey prosent. Atlantic Petroleum hevði góðar 34 milliónir krónur í halli fyrsta ársfjórðing í ár sammett við góðar fýra mililónir í undirskoti sama tíðarskeið í fjør.
Men tað eru serliga metingarnar, ið felagið hevur fyri árið í ár, sum órógva íleggjarar. Seinkingar á Chestnut feltinum og Ettrick feltinum hava við sær, at felagið lækkar metingarnar fyri árið. Atlantic Petroleum væntar nú eitt rakstarúrslit upp á 35 milliónir krónur ár - higartil hevur felagið roknað við 115 millónum í yvirskoti.
Í kvartalsroknskapinum skrivar Atlantic Petroleum, at seinkingarnar hava við sær, at inntøka frá framleiðsluni á Chesnut og Ettrick fæst ikki fyrr enn í 2009 og seinni.
Higartil í ár er kursurin á partabrævinum hjá Atlantic Petroleum lækkaður 24 prosent.









