Júska ferðaskrivstovan, Mangaard Travel Group, hevur heitt á Atlantic Airways um at flúgva áskoðararnar úr Keypmannahavn umvegis Billund til Split fríggjamorgunin og heimaftur seint fríggjakvøldið. Hesum játtaði Atlantic Airways beinanvegin. - Vit fingu eina áheitan um at flúgva ein leigutúr við áskoðarum til hendan spennandi dystin, og tað gera vit fegin, sigur Magni Arge, stjóri í Atlantic Airways.