Atlantic hevði maskinbrek

Ein motorur á leigaða flogfarinum hjá Atlantic Airways mátti skiftast fríggjadagin, og tað hevði við sær seinkingar í flogferðsluni

 

Tað kom ólag á flogferðsluna, tá annað flogfarið hjá Atlantsflog mátti gevast at flúgva fríggjadagin.

Orsøkin var, at eitt brek var á einum av motorunum á flogførunum, og brekið var so umfatandi, at motorurin mátti skiftast.

Brekið var staðfest, áðrenn flogfarið hjá Atlantsflog fór á flog úr Aberdeen.

Hóast eini av teimum fýra motorurunum ikki riggaði, var einki til hindurs fyri, at flogfarið fleyg til Malmø í Svøríki, har umvælingin varð gjørd.

Maskinbrekið hevði við sær seinkingar í flogferðsluni, men umvælda flogfarð undir flúgvingina aftur seint fríggjakvøldið.

Atlantsflog eigur tvey flog, men hevur leigað annað flogfarið út. Felagið, sum hevur leigað flogfarið frá Atlantsflog, hevur framvegis brúk fyri tí, og ístaðin fyri at hetta flogfarið varð tikið aftur í summarmánaðunum, avgjørdi Atlantsflog at leiga annað flog, meðan summarflúgvingin stendur uppá.