Int. promotion og sjónvarp Føroya hava í dag fingið viðurskiftini upp á pláss í sambandi við kappingina The Atlantic Giant '99. Tískil er endaliga greitt, at kappingin verður hildin í Føroyum um ein mánað.
í fjør varð kappingin hildin á Ólavsøku, men nú er so avgjørt, at kappingin skal haldast í mei. Umframt hesa broyting, eru eisini aðrar broytingar - eitt nú, at heimsins sterkastu menn í ár kappast í tveir dagar.
Tíðindafundur verður í dag um Atlantic Giant kappingina, og eftir hann fæst meira at vita, um hvør luttekur o.a.










