Fyri veður eru broytingar gjørdar í flogferðsluni í morgin, sigur Atlantic Airways í tíðindaskrivi í kvøld. Hesar broytingar eru gjørdar higartil:
Úr Vágum:
Fráferðin hjá RC470 úr Vágum til Billund í morgin kl. 08.00 er løgd saman við RC450 til Keypmannahavnar kl. 08.30. Tað vil siga, at flogið verður via Billund til Keypmannahavnar.
Til Vágar: Fráferðin hjá RC453 úr Keypmannahavn kl. 12.15 er løgd saman við RC471 úr Billund. Flogfarið flýgur tískil via Billund á veg til Føroyar. Fráferðin úr Billund er kl. 14.30.Allar tíðir eru lokalar.
Atlantic Airways heitir á ferðafólk um at fylgja við ferðsluni og møguligum broytingum á heimasíðu okkara atlantic.fo