Loftrúmið sunnanfyri og vestanfyri Føroyar er frítt fyri øskuskýggj, og tí flýgur Atlantsflog seinnapartin til Íslands. Eingin flúgving verður til Danmarkar í dag. Øskuskýggið ferðast norðanfyri Føroyar í dag, og av tí sama hava íslendsku loftferðslu myndugleikarnir latið økið vestan og sunnan fyri Føroyar uppaftur.
Tí flýgur Atlantsflog til Íslands í dag.
RC401 til Reykjavík væntast at fara úr Vágum kl 14:00.
Danskir myndugleikar hava tó boðað frá, at danska loftrúmið er stongt til kl 02:00 í nátt.
Sostatt verður ongin flúgving til Danmarkar í dag. Atlantic kemur við nærri boðum um flúgvingina til Danmarkar seinnapartin










