Góða roknskaparúrslitið hevur togað partabrævið hjá Atlantic Airways rætta vegin Eftir at hava kavað mest sum støðugt, síðani felagið varð skrásett, er veruligt flog komið á partabrævið hjá Atlantic Airways.
Seinastu vikuna er kursurin soleiðis farin úr 187 upp í 210,5 kr. fyri partabrævið. Og hóast tað er væl lægri enn byrjunarkursurin, so eru hetta ivaleyst góð tíðindi fyri íleggjararnar.
Við seinastu hækkingunum er kursurin farin upp um innara virðið á partabrævinum.