Frá 23. juni og tveir mánaðir fram fer Atlantsflog at flúgva beinleiðis úr Vágum til London. Flogið verður hvønn týsdag.
Eirikur Lindenskov
Áður hevur Atlantsflog boðað frá, at tey eisini fara at flúgva til New York, men enn er tann flogleiðin ikki komin undir land. Sagt verður tó, at flúgvingin til London ikki er í staðin fyri New York.