Stóra fiskivinnustevnan, Atlantic Fair, sum er í Føroyum annaðhvørt ár, og seinnu árini hevur húsast í Klaksvík, verður aftur í næsta ár, men nú hava fyrireikararnir flutt hana nakrar vikur.
Upprunaliga var ætlanin, at Atlanic Fair 2017 skuldi verða frá 25. til 27. apríl, men nú er stevnan flutt inn í mai mánað, so hon í staðin verður frá 9. til 11. mai.
Áki í Skemmuni, sum fyrireikar Atlantic Fair, sigur orsøkina fyrst og fremst vera stóru stevnuna í Brüssel, Seafood Expo and Seafood Processing Brussels, sum næsta ár verður um somu tíð, sum ætlanin upprunaliga var at hava Atlantic Fair.
Tá Atlantic Fair var í fjør vóru 3.800 gestir úr 23 londum og vitjaðu stevnuna, sum tá hevði 177 framsýnarar úr 19 londum. Fleiri av teimum, ið sýndu fram í fjør, hava longu boðað frá, at tey eisini eru við næsta ár.
Trýst á pílin undir myndini fyri at hoyra samrøðu við Áka í Skemmuni.









